Um okkum
Nemlia er føroyskt felag, ið mennir KT loysnir til heilsu- og røktarøkið, meditech ídnaðin. Hetta eru tænastur, ið kunnu nýtast á bústovnum og privatum heimum. Við tøkni knýtir Nemlia fólk, ið eru annaðhvørt einsamøll ella óhjálpin, við umheimin, soleiðis at boð verða send rætta viðkomandi, tá ið neyðugt er.
Eitt av aðalmálum hjá Nemlia er, at eldri fólk og fólk, ið gerast óhjálpin, skulu hava eina trygga og virðiliga tilveru í egnum heimi, og at tey avvarðandi ikki hava ekka av, at teirra kæru eru heima við hús.
Nemlia arbeiðir bæði við at menna software, hardware og tólnet loysnir. Eisini hava vit starvsfólk, ið arbeiða við at gera tænasturnar lættar og skynsamar at nýta.
Loysnirnar í Nemlia eru mentar í samstarv millum KT mennarar og starvsfólk í heilsu- og eldrarøktini í Føroyum. Hetta hevur við sær, at loysnirnar eru tillagaðar føroyskum brúkarum og umstøðum.
Nemlia húsast á Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún í Havn.
Starvsfólk
Eyðbjørg Leo, Søla og samskipan
John Høj Andreassen, Software-mennari
Signar Kristiansen, Software-mennari
Petur Larsen, Hardware-mennari
Sigmundur Johansen, Embedded Software
Jóannes N. Poulsen, UX ábyrgdari
Ingibjørg Matras, Video-samskipari
Nicolai Kildegaard, Software-mennari
Nevndarlimir
Pál Weihe, nevndarformaður, Head doctor Division of Occupational Public Health
Joel undir Leitinum, Stjóri Posta
Jan Petersen, Stjóri Christian í Grótinum
Peer Bentzen, EVP Business Development DHL