Heilsustarvsfólk fáa skjóta hjálp við Perluni

Heilsustarvsfólk eru javnan í hættisligum støðum. Hesar støðurnar krevja oftani bráðfeingis hjálp frá einum starvsfelaga.

TechCare loyvir heilsustarvsfólki júst hettar. Vit arbeiða saman við bústovnum, fyri at gera tað gjørligt hjá starvsfólki at biðja um hjálp, við at trýsta á ein knapp. Hettar gera vit við at veita starvsfólki við eini snild-brosju (perlu) hvør. Tá ið trýst verður á brosjuna, verður eitt neyðarkall sent til brosjurnar hjá starvsfelagunum. Starvsfelagar kunnu ta svara, samskifta og koma til hálpar. Okkara mál er at starvsfólk kenna seg trygg, og at borgarin fær bestu tænastu.

Perlan skal verða til hjálp í ymiskum tilburðum. Til dømis tá ið ein borgari/búfólk kann er dottin, hevur fingið eitt herindi, ella hevur lopið á eitt starvsfólk. Eitt nú siga starvsfólk, sum arbeiða náttarvakt, at tey kenna seg serligani útsett, av at færri starvsfólk kunnu koma teimum til hjálpar.

Fyri starvsfólk, kann støðan verða ein hóttan fyri teirra tryggleika. Fyri búfólk kann heilsan verða í váða, og hava tá brúk fyri fakligari hjálp sum skjótast. Í slíkum heilsu- og trygdarstøðum, veita vit eina loysn, har er tað annars ikki er munagott, ella gjørligt at rópa eftir hjálp.

Vit eru errin av at verða partur av verkætlanini, saman við almennum bústovnum. Vit virka tætt saman við starvsfólki og leiðslu, fyri at royndarkoyra og tillaga okkara tænastu eftir teiira tørvi. Hjá TechCare, brenna vit fyri at menna røttu loysnina til røttu avbjóðingina.

Vit kunna meiri um verkætlanina í næstum. Deil hesu søguna við einum heilsustarvsfólki, sum tú kennir.

Vilt tú hoyra meiri, so skriva til okkum á TechCare@TechCare.fo, ella ring á tlf 599412