Práta við Fleiri - So øll kunnu vera við

Fysioterapeutar hjá kommunalu økjunum, savna borgarar til bólkavenijing. Við bólkavenjingum fáast betri úrtslit. Tíðin, sum annars varð brúkt at koyra heim til borgaran, verður brúkt til venjing. Luttakarar fáa sosiala samveru og gerast eggjaði til at venja. Men so kom koronafarsóttin.

Koronafarsóttin stegaði felagsvenjingini og venjingini sum heild. Hetta, fyri at virka eftir tilmælum og avmarka smittuvandan. Fleiri standa nú, uttan regluligu venjingina sum teimum tørvar. Hetta kann hava neiligar avleiðingar fyri heilsuna.

Í dag eru tilmælini linari. Hóast hetta, er tað avbjóðandi fyri fysioterapeutar at uppihalda venjingar undir koronafarsóttanum. Eitt nú veksur smittuvandin, tá ið fleiri fólk savnast á einum stað. Eisini við at savna fólk, sum eru í vandabólkinum, gerst váðin alsamt størri. Vit síggja, at tað eru serligani fólk í vandabólkinum um detta ímillum, tá ið umstøðurnar broytast. Tænastan skal kunna tillaga seg eftir broytingum, og veita størri tænastutrygd.

Við TechCare Práta við Fleiri, fáa kommunuøkini hesa tænastutrygd. Loysnin tryggjar, at borgarin kann koma til venjingar, um hann er heima, á feriu ella á røktarheimi. Heilsutænastur kunnu røkka øllum borgarum, hóast skiftandi umstøður og tryggja, at borgarar styrkjast- og endurvinna mistan førleika. Við okkara loysn kunnu fleiri borgarar røkkast samstundis. Borgarar kunnu brúka sína farteldu, teldil ella fartelefon. Loysnin hevur dátutrygdina í hásæti, og er serligani løtt hjá eldri og óhjálpnum at brúka.

Práta við Fleiri - so kunnu øll vera við

Vilt tú hoyra meiri, so ring til okkum á 202244, ella skriva á Techcare@TechCare.fo