TechCare uppkeypir Sarita CareTech

TechCare vil veita loysnir, sum stuðlar tí óhjálpna; Í hesum sambandi, hevur TechCare uppkeypt virksemið í donsku fyritøkuni Sarita CareTech.

Sarita CareTech eru kent í Danmark fyri teirra Pearl (FO; Perla).

Pearl verður borin sum ein brosja. Hon ger tað lætt at boða avvarandi, grannum ella heilsustarvsfólki frá, skuldi ein komið illa fyri. Hesi fáa samskift við borgaran ígjøgnum tilhoyrandi app.

Í Danmark er perlan brúkt á fleiri ellis og røktarheimum, bæði av starvs- og búfólki. Eindin virkar sum kalltól, GPSari og samskiftiseind. Hon kann brúkast bæði heima við hús, og á bústovni.

TechCare arbeiður í løtuni við at veita loysnina til privat- og almenn viðskiftafólk.

Les meir um Perluna.