Við føroysku videoloysnini Práta ber til hjá ættarliðum at tosa trygt saman

Stór trygdarhol eru í útlendskum videoloysnum, samstundis sum tær eru torførar at brúka. Tí hevur føroyska felagið TechCare ment eina einfalda og trygga videosamskiftisloysn til eldrarøktina. Loysnin eitur "Práta", sum er ment í samráð við føroyska Dátueftirlitið. Hetta ger tað møguligt hjá búfólkum og teirra avvarðandi at vera í regluligum sambandi - uttan at seta trygdina í váða.

Ellis- og røktarheim kenna serligt mein av almennu korona-tiltøkunum, sum annars eru ætlaði at verja tey. Hetta evnið varð viðgjørt í sendingini 'Breddin' hjá Kringvarpi Føroya, har millum onnur Jóngerð M. Nielsen, leiðari á heimatænastuni í Vágum, greiddi frá, hvussu tey møta sosiala tørvinum hjá búfólkinum við at brúka TechCare videosamskiftis-appina.

Hon tosar um jaligu ávirkanina, sum videosamskiftið hevur á búfólkini og teirra kæru, og greiðir frá, at orsøkin til, at stovnurin valdi videosamskiftisloysnina frá TechCare, var at hon - mótvegis øðrum loysnum - er serstakliga løtt og einføld at brúka, samstundis sum at øll loyvir eru uppá pláss og trygdin er í lagi.

Hoyr samrøðuna við Jóngerð M. Nielsen

Hoyr alla sendingina

(Mynd: Vága Kommuna, 2019)